Sera lítil prísvøkstur hjá húsarhaldunum í fjør

Sera lítil prísvøkstur hjá húsarhaldunum í fjør
Oljan blev 20 prosent bíligari
Bensin og diesel blivu 16 prosent bíligari í fjør
 
17.01.2021 - 13:32

Prisirnir vuksu ikki nógv í fjør. Brúkaraprísirnir vuksu í miðal 0,3 prosent sammett við 2019.

Hetta eru prísir á vørum og tænastum, sum húsarhaldini brúka. Prísirnir vuksu minni í fjør enn undanfarnu árini, tað er frá 2017 til 2019.

Brennievni 16 prosent bíligari

Men ymiskt er, hvussu stórur prísvøksturin er. Húsarhaldini brúka ein fimting av pengunum til mat og drekka. Og her blivu vørurnar í miðal 1,7 prosent dýrari í fjør.

Men býlisútreiðslur blivu 4,2 prosent bíligari í miðal, serliga tí oljan bleiv 20 prosent bíligari. 

Tað kom eisini væl við teimum nógvu, sum hava bil. Bensin og diesel blivu 16 prosent bíligari í fjør. Men prísurin á akførum fór upp, 3,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377