Rinda 100 milliónir í tolli og avgjøldum

Rinda 100 milliónir í tolli og avgjøldum
Stjórin í Grønlands Erhverv sigur, at sum er loysir seg ikki at útflyta rækju og tosk á bretska marknaðin
Christian Keldsen er stjóri í Grønlands Erhverv
 
18.01.2021 - 13:20

Tað hevur skund at fáa handilsavtalu í lag millum Grønland og Bretland, sigur grønlendska vinnuhúsið í brævi til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Steen Lynge.

Formaðurin í Grønlands Erhverv, Christian Keldsen, sigur við Sermitsiaq, at í løtuni noyðast grønlendskar útflutningsfyritøkur at rinda 100 milliónir krónur í tolli og avgjøldum fyri at fáa vørur á bretska marknaðin.

Tað loysir seg ikki at útflyta rækju og tosk til Bretlands, sigur hann.

Tollurin er 20 prosent

Bretland hevur lagt 20 prosent toll á vørur úr Grønlandi síðani Bretland fór úr ES á nýggjárinum. Hetta er eisini galdandi fyri fiskavørur úr Íslandi, Noregi, Kina og Kanada, um tær verða innfluttar til Danmark, áðrenn tær verða fluttar út til Bretlands.

Henda støðan hevur eisini rakt Royal Greenland og Polar Seafood. Grønland er nú at meta sum triðjaland í Bretlandi, tá grønlendingar útflyta fiskavørur um Danmark til Bretlands.

Christian Keldsen sigur, at fyritøkur, sum grønlendska vinnuhúsið hevur havt samband við, siga, at tað fer at kosta fyritøkunum millum 65 og 100 milliónir í tolli og avgjøldum, til tað hevur eydnast at fáa eina handilsavtalu við Bretland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375