Johan Dahl farin í part við andstøðuni

Johan Dahl farin í part við andstøðuni
Hann er við í meirilutaálitinum í Vinnunevndini í málinum um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd um barsilspenging
Johan Dahl er við í álitinum frá andstøðuni í Vinnunevndini
 
21.01.2021 - 08:37

Johan Dahl í Sambandsflokkinum er við í meirilutanum hjá andstøðuni í Vinnunevndini, sum tekur undir við uppskotinum um at  javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Men meirilutin hevur tó eitt broytingaruppskot.

Ein broyting er, at orðingin "hava fingið sær børn saman" verður broytt til "fáa sær børn saman."

Við tí fevnir lógin eisini um samkynd pør, áðrenn barnið er føtt, so kunnu tey eisini halda fráboðanarskylduna til arbeiðsgevara.  

Orðingin, sum nú er, hevur ta fyritreyt, at barnið longu er føtt, sigur meirilutin. Og mælt verður til at strika ættleiðing í uppskotinum.

Um eitt samkynt par ætlar at ættleiða sambært ættleiðingarlógini, koma tey undir aðrar ásetingar í barsilslógini.

Tí er orðingin um ættleiðing óneyðug í hesum uppskoti, sigur meirilutin í Vinnunevndini.

Eingin semja í samgonguni

Minnilutin í nevndini, Jákup  Mikkelsen og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum, sigur, at avtala er í samgonguni um, at lógarbroytingar bara verða gjørdar, um semja er um tær í samgonguflokkunum. 

Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí taka teir báðir ikki undir við. 

Átta tinglimir í andstøðuni eiga uppskotið um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Vinnunevndin hevur havt málið síðani 17.november.

Uppskotið varð lagt fram 20.oktober.

Vinnunevndin viðgjørdi málið á trimum fundum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672