Tveir tilburðir týsdagin

bannari
Tveir tilburðir týsdagin
Nú eru sjey fólk smittað, og 20 eru í sóttarhaldi
449 kanningar vórðu gjørdar týsdagin
 
21.01.2021 - 09:01

Tveir koronusmittutilburðir vóru í Føroyum týsdagin. Í báðum førum er talan um fólk, sum hava verið uttanlands.

Annar tilburðurin er funnin við kanning dagin eftir komu til Føroya. Hin tilburðurin er funnin við kanning á sætta degi. 

Týsdagin vórðu 449 kanningar gjørdar í Føroyum. Sjey fólk eru smittað í løtuni, hini 644 eru ikki smittað longur. 20 fólk eru í sóttarhaldi.

Eingin er innlagdur nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214