M.C. Restorff á skúlabonk

22.01.2021 - 18:28
Lívsstílur
M.C. Restorff á skúlabonk
Tónleikaúrmælingurin sær onga forðing í at ogna sær nýggja vitan, hóast hann hevur rundað sjeyti
M.C. Restorff í gongini á Hotel Hilton Garden Inn á Hálsi í Havn
Mynd: Leivur Thomsen  

M.C. Restorff er sangari og sangskrivari burturav. Men hann hevur eisini verið innan tænastuvinnuna. Í ein mansaldur hevur M.C. verið stjóri á Hotel Hafnia. Hotellið varð selt fyri fleiri árum síðani, og nú, bróðursonurin er vorðin stjóri á nýggja Hotel Hilton Garden Inn, sæst M.C. javnan í tí umhvørvinum. Sum hann sjálvur tekur til, er hann "vinur av húsinum". Tað nýggja er, at M.C. Restorff er farin á skúlabonk í Vestmanna at lesa til ferðaleiðara. Í tí sambandi gjørdi Vikuskiftissendingin prát við fólkakæra tónleikaran. Spurdur um, hvørt aldurin er ein forðing fyri at læra, sigur M.C., at tað sjálvandi er munur á ungum og gomlum heilum, og hvussu skjótt man lærir. Men tað er eitt, M.C. hevur, sum tey ungu ikki hava - og tað er royndir. Fyrimunrin er, at hann kann fortelja ymsar søgur, sum eru tengdar at ymsu støðunum í Føroyum, umframt at hann kann brúka samfelagsvitan, hann hevur ognað sær gjøgnum eitt langt lív. M..C. leggur afturat - og leggur eisini dent á - at man skal velja tað góða framum tað ringa. Hoyr upplyftandi samrøðuna við syngjandi ferðaleiðaran her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418