Grundleggjandi verður kunngerðin sum uppskotið

Grundleggjandi verður kunngerðin sum uppskotið
Hoyringarskriv eru komin til kunngerðina um óljóð, og hon verður lýst í næstum
Onkur fundur verður aftrat, men síðani verður kunngerðin um óljóð lýst, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
 
27.01.2021 - 10:52

Fundur skal vera við Kommunufelagið fyrst, men so verður kunngerðin lýst.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, um kungerðina um óljóð frá skipum við bryggju.

Onkur tillaging verður gjørd, nú hoyringarskrivini eru komin, men grundleggjandi verður kunngerðin sum uppskotið.

Bæði Kommunufelagið og felagið Heimafriður hava uppskot um grundleggjandi broytingar. 

Heimafriður vísir á, at kunngerðin er bara galdandi fyri skip, sum liggja við bryggju.

Men onnur skip larma eisini, millum annað tey, sum liggja fyri akker.

Ikki nóg góð

Tí er kunngerðin ikki nóg góð, sigur Heimafriður í sínum hoyringarskrivi um uppskotið um kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju.

Heimafríður mælir til, at kunngerðin verður um óljóð  frá havnarvirksemi og skipum.

Tí nógvur annar gangur er á havnum enn frá skipum.

Heimafriður heldur ikki, at Umhvørvisstovan skal kunna geva undantak frá treytunum í kunngerðini.

Í uppskotinum er ongar reglur um revsing, sigur Heimafriður eisini.

Kommunur hava aðra loysn

Kommunurnar vilja ikki vita av uppskotinum um kunngerð frá Vinnumálaráðnum um óljóð frá skipum.

Kommunufelagið hevur tí gjørt uppskot um eina aðra alternativa loysn.

Tað uppskotið er í 16 punktum.

Høvuðssjónarmiðið er, at kommunurnar og havnirnar sjálvar semjast um ein felags leist saman við skipunum. Kommunufelagið heldur ikki, at ein lóg ella ein kunngerð skal gerast um óljóð frá skipum.

Um semja fæst millum havnir og skipavinnuna um ein leist, verður tað uppskotið lagt fyri landstýrismannin, og heitt verður samstundis á hann um at bíða við ella taka aftur uppskotið um kunngerð um larm frá skipum.

Uppskot eru eisini um arbeiðsbólk og um kærunevnd við tveimum umboðum fyri havnanetverkið og einum fyri skipavinnuna
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808