Russland: Yvir 3.000 mótmælisfólk handtikin

Russland: Yvir 3.000 mótmælisfólk handtikin
Mótmælt verður til frama fyri russiska andstøðuleiðaran Alexei Navalny
Russiski andstøðuleiðarin Alexei Navalny
 
31.01.2021 - 17:21

Yvir 3.000 fólk eru í dag handtikin  fyri hava luttikið í mótmælistiltøkum til frama fyri russiska andstøðuleiðaran Alexei Navalny. 

Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC, sum vísir til bólkin OVD-Info, sum heldur eyga við støðuni í Russlandi.

Túsundtals av russum hava luttikið í mótmælistiltøkum í 82 býum kring landið, har kravt verður, at Alexei Navalny verður latin leysur.

Løgreglan upplýsir, at mótmælini eru ólóglig, og handtekur fólk, ið taka lut í teimum. Sambært BBC eru 933 mótmælisfólk handtikin í Moskva og 591 í St Pætursborg. 

Millum tey handtiknu í dag er kona Alexei Navalny, Yulia Navalnaya.

Varðhaldsfongslaður
Alexei Naval bleiv handtikin 17. januar, tá hann kom til Russlands og longu dagin eftir bleiv dømdur til 30 daga varðhaldsfongsul. 

Sambært ákæranum hevði hann brotið treytirnar fyri ein gamlan dóm. Hann skal fyri rættin aftur í morgin og kann vænta fleiri ára fongsul.

Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod er millum teirra, ið finst at handtøkunum. Á sosiala miðlinum Twitter krevur hann, at andstøðuleiðarin og hansara viðhaldsfólk verða latin leys. 

Alexei Navalny vendi aftur til Russlands 17. januar eftir at hava verið í Týsklandi í fýra mánaðir, har hann varð viðgjørdur eftir eitt eiturálop, sum hann sjálvur sigur hendi eftir boðum frá russisku fregnartænastuni.

Russiska stjórnin hevur víst aftur, at tey hava nakað við álopið at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572