Royking skal tálmast við at hækka sigarettprísin

Royking skal tálmast við at hækka sigarettprísin
Grønlendski landsstýrisflokkurin Demokratarnir vil hækka prísin á sigarettum munandi
Ein kanning í 2018 vísti, at meir enn helvtin av íbúgvunum í Grønlandi roykja sigarettir hvønn dag
 
01.02.2021 - 09:16

Um fólk skulu fáast at leggja av at roykja, mugu tey fyrst merkja tað á pengapunginum.

Tað heldur grønlendski landsstýrisflokkurin Demokratarnir, sum nú vil hækka prísin á sigarettum í Grønlandi munandi. Júst hvussu nógv, er ikki heilt greitt enn, men 100 krónur fyri pakkan hevur verið nevnt, skrivar KNR.

Justus Hansen, sum er tinglimur fyri Demokratarnar, sigur við KNR, at endamálið serliga er at fáa ung fólk at lata vera við at byrja at roykja. Og sannlíkindini fyri at tey byrja, eru minni, um sigarettirnar kosta meir, sigur hann.

Meira enn helvtin roykir

Ein kanning í 2018 vísti, at meir enn helvtin av íbúgvunum í Grønlandi roykja sigarettir hvønn dag.

Í 2019 bleiv prísurin á einum pakka av sigarettum í Grønlandi hækkaður úr 82 krónum upp í 86,50 krónur. Men sølan av sigarettum er ikki minkað síðani príshækkingina.

Umframt at hækka prísin á sigarettum, halda Demokratarnir eisini, at tað skal verða lættari at fáa fatur á roykfríum nikotinvørum so sum e-sigarettum og snúsi - ikki tí tað er sunt, men tí tað ikki er so ósunt sum vanligar sigarettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938