Fleiri kvinnur enn menn brúka Rættarhjálpina

Fleiri kvinnur enn menn brúka Rættarhjálpina
Nógv fleiri kvinnur enn menn venda sær til Rættarhjálpina. Í fjør komu næstan 56 prosent av fyrispurningunum frá kvinnum
 
03.02.2021 - 06:14

Sama talið var í 2019.  Rættarhjálpin fekk 850 fyrispurningar í fjør, 100 fleiri enn í fjør. Í 2018 fekk Rættarhjálpinin 667 fyrispurningar og 725 í 2017.

Flestu fyrispurningarnir vóru eisini í fjør um arv. Síðani koma sundurlesing og hjúnaskilnaður. 20 mál vórðu byrjað í fjør. Trý teirra endaðu eisini í fjør. 

Fá undir 20 ár brúka Rættarhjálpina

Nógv tey flestu, sum brúka Rættarhjálpina, eru millum 30 og 65 ár. Bara tvey prosent, 17 í tali, eru undir 20 ár. Og nógv tey flestu, sum spyrja, eru løntakarar.

Nógv tey flestu búgva í Suðurstreymi ella í Nólsoy. 40 málssløg eru í yvirlitinum hjá Rættarhjálpini. 

Rættarhjálpin, sum byrjaði í 1996, hevði slakar 24.000 krónur í halli í fjør. Danska løgmálaráðið gav 382.000 krónur í stuðli í fjør. Úr landskassanum komu 50.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360