Bjóða nú Sjóvinnustýrið út

Bjóða nú Sjóvinnustýrið út
Byggjast skal á Giljanesi, og bygningurin skal kosta í mesta lagi 13,7 mió. kr.
Sjóvinnustýrið hevur hildið til í fyribilshølum í Havn seinastu árini
 
03.02.2021 - 11:05

Arbeiðið at byggja Sjóvinnustýrinum skrivstovubygning á Giljanesi er nú boðið út.

Bygningurin er boðin út sum heildararbeiðstøka.

Tann, sum vinnur útboðið, skal tekna, projektera og byggja. Freistin at bjóða er til á middegi 19.mars.

5,3 mió. settar av í ár

Málið um byggingina er ikki nýtt.  Løgtingið samtykti í 2017, at Sjóvinnustýrið skuldi byggja í Vágum fyri í mesta lagi 13,7 mió. kr.

Verklagslógin um byggingina varð samtykt á vári 2018.  Í fíggjarlógini í ár eru 5,3 mió. kr. til byggingina.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659