Ritan aftur í sigling hálvan februar

Ritan aftur í sigling hálvan februar
Ritan hevur verið á sleipistøð í Havn síðani 8. desember
Ritan hevur verið á sleipistøð í Havn síðani 8. desember
 
04.02.2021 - 14:42

Strandfaraskipið, Ritan, verður flotað aftur í næstu viku, men hon fer ikki aftur í sigling beinan vegin. 

- Royndartúrar skulu gerast, áðrenn Ritan aftur fer at røkja siglingina millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Ritan fór á sleipistøð í Havn 8. desembur í fjør, og nógv arbeiði er gjørt. 

Í viku sjey, sum er 15. februar, fer Ritan aftur at røkja farleiðina millum oyggjarnar, men óvist er, nær í vikuni siglingin byrjar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929