Loysa fyrsta flagið mánadagin

Loysa fyrsta flagið mánadagin
Nú byrjar vegarbeiðið í sambandi við nýggju tunlarnar norður um Fjall
Gongst sum ætlaðð, verða nýggju tunlarnir norður um Fjall tiknir í nýtslu um fýra ár
 
05.02.2021 - 14:40

Mánadagin 8. februar á middegi verður fyrsta flagið loyst í sambandi við nýggju tunlarnar norður um Fjall. Tiltakið verður í Ánunum.    

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomið, og síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda røðu og loysa fyrsta flagið.

Articon fer at gera arbeiðsvegirnar. Teirra tilboð var góðar 11,2 mió krónur.

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.

Íbindingar og nýggjur vegur

Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar aftrat av nýggjum vegi.

Arbeiðið er mett at taka umleið fýra ár, treytað av at játtan verður til arbeiðið.

Løgtingið samtykti 26. januar at játta 522 milliónir krónur til verklagslógina.  

Støðan við koronu ger, at hátíðarhaldið í Ánunum verður bara fyri innboðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329