Ríkisveitingin og hernaðarmálið til fyrstu viðgerð

Ríkisveitingin og hernaðarmálið til fyrstu viðgerð
Tjóðveldi skjýtur upp, at so hvørt inntøkur landsins vaksa, skulu 50 prosent av vøkstrinum brúkast til at minka blokkin
Tjóðveldi eigur uppskotini um at minka ríkisveitingina og hernaðarmálið
 
09.02.2021 - 09:12

Tvey uppskot hjá Tjóðveldi, annað um ríkisveitingina og hitt um hernað og trygd, fáa fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Tjóðveldi vil hava, at ríkisveitingin úr Danmark verður send aftur til Danmarkar.

Ríkisveitingin er 641,8 mió. kr.  

Skal minka næstu seks árini 

Hon kann minka millum 67,3 og 150,5 mió. kr. um árið komandi seks árini, stendur í uppskotinum hjá Tjóðveldi. 

Tí inntøkurnar í fíggjarlógini vaksa, so fíggjarlógin kann gerast óheft av ríkisveitingini. 

So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50 prosent av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina í fíggjarlógini.

Tey fara í Búskapargrunnin og haðani aftur til Danmarkar.

Tá 641,8 mió. kr. eru fluttar, fær Danmark boð um, at vit vilja ikki hava ríkisveitingina longur.

Hin helvtin av inntøkuvøkstrinum verður standandi í fíggjarlógini. 

Ikki brúkast sum amboð í hernaðarmálum

Tjóðveldi heldur eisini, at nú er neyðugt aftur at staðfesta, at Føroyar og føroyingar skulu ikki brúkast sum amboð hjá øðrum í hernaðarmálum og í trygdarmálum.

Landsstýrið skal alt fyri eitt boða donsku stjórnini og altjóða samfelagnum frá, at bara Føroya fólk og løgtingið gera av, hvat verður gjørt í hernaðarmálum og trygdarmálum á landi, sjógvi og í loftrúminum í Føroyum, sigur Tjóðveldi í uppskoti til samtyktar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375