28 fakfeløg: Armslongdin hvørvur fullkomiliga

28 fakfeløg: Armslongdin hvørvur fullkomiliga
Fakfeløgini halda, at tað verður ein smeitur, um Landsbankin verður niðurlagaður til ein politiskt heftan stovn
 
15.02.2021 - 14:00

28 fakfeløg mótmæla, at nevndin í landsbankin minkar, og at hon skal eisini vera búskaparráð.

Tey siga, at meginreglan um armslongd hvørvur fullkomiliga.

Í hoyringarskrivi, sum er sent Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, siga fakfeløgini, at tað er ein smeitur fyri samfelagið, at ein óheftur fíggjarligur stovnur, Landsbankin, sum tryggjar fíggjarligt støðufesti, greinar føroyska búskapin og kemur við eygleiðingum, verður niðurlagaður til ein politiskt heftan stovn, sum bara umboðar ein sera smalan part av føroyska samfelagnum. 

Í teimum 28 fakfeløgunum eru 15.000 limir, meira enn helvtin av føroysku arbeiðsfjøldini.
                                                                                                                   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858