Johnson&Johnson biður ES um góðkenning

bannari
Johnson&Johnson biður ES um góðkenning
Vaksinan frá amerikansku heilvágsfyritøkuni er tann fjórða, sum verður latin EMA til góðkenningar
 
16.02.2021 - 16:23

Amerikanska heilivágsfyritøkan, Johnson & Johnson, hevur nú biðið evropeiska heilivágsstovnin, EMA, um treytaða góðkenning til sítt koppingarevni fyri koronu

Tað boðar EMA frá í dag.

EMA væntar at svara um ein góðan mánað, um koppingarevnið verður góðkent at brúka í ES-londum.

EMA sigur, at stovnurin hevur javnan mett um koppingarevnið frá Johnson & Johnson, og tí fer endaliga góðkenningin bara at taka ein mánað aftrat.

Hetta er tann fjóra vaksinan, sum verður latin EMA til góðkenningar, eftir Pfizer/Biontech, Moderna og AstraZeneca.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672