Viðgera radaran í tinginum í dag

Viðgera radaran í tinginum í dag
Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, og tingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um hernaðarmál
Klokkan níggju fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fund við Uttanlandsnevndina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2021 - 08:30

Radarin, sum Danmark vil sleppa at byggja í Føroyum, verður viðgjørdur í løgtinginum í dag.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um lofteftirlitsradara klokkan níggju í morgun.

Og á tingfundinum klokkan ellivu skal tingið viðgera uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um hernaðarmál.

Tjóðveldi heldur, at nú er neyðugt aftur at staðfesta, at Føroyar og føroyingar skulu ikki brúkast sum amboð hjá øðrum í hernaðarmálum og í trygdarmálum.

Landsstýrið skal alt fyri eitt boða donsku stjórnini og altjóða samfelagnum frá, at bara Føroya fólk og løgtingið gera av, hvat verður gjørt í hernaðarmálum og trygdarmálum á landi, sjógvi og í loftrúminum í Føroyum, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum til samtyktar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650