- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppseting: Sendifólk við maka tikin framum
Tað var 22. desember, at eitt embætisfólk hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum setti seg í samband við Lars Foodgaard Møller, landslækna, sum eisini er formaður í koppsetingarbólkinum hjá landsstýrinum, og bað um, at nýútnevnda sendifólkið í London og maki hennara skuldu fáa koppsetingina.
20. januar sendir embætisfólkið eina áminning og spyr, um tað er møguligt at fáa svar uppá, hvørt sendifólkið og maki hennara kunnu verða koppsett.
Lars Foodgaard Møller svarar sama dag, at hann heldur hetta vera eitt gott hugskot, og at Tummas í Garði, sum eisini situr í koppsetingarbólkinum, møguliga kann hjálpa við hesum.
23. januar kemur svar frá Tummasi í Garði, har hann skrivar, at tey kunnu fixa hetta mikudagin tann 27. januar. Hann skal bara hava nøvn, føðingardagar og kontaktelefonnummur hjá sendikvinnuni og makanum, so til ber at kalla tey inn.
25. januar takkar Uttanríkis- og Mentamálaráðið fyri og boðar frá, at neyðugu upplýsingarnir ERU sendir inn. Sosatt fáa sendikvinnan og makin fyrru koppsetingina her heima í Føroyum tann 27. januar.
Ein umbøn aftrat
17. februar kemur enn eitt ynski frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Tey takka fyrst fyri, at til bar at koppseta sendikvinnuna í London og makan, og síðani spyrja tey, um tað ber til at fáa koppseting til sendimannin í Kina og maka hansara.
Í gjár rykkir embætisfólkið enn einaferð og boðar frá, at hjúnini hava ikki hug at verða koppsett í Kina, og ynskja tí at verða endaliga koppsett í Føroyum, áðrenn tey fara avstað. Lars Foodgaard svarar, at hetta er eitt gott hugskot, og vísir enn einaferð til Tummas í Garði.
Meira er enn ikki hent í málinum, men bæði sendifólkið í London og sendifólkið í Kina eru enn í Føroyum.
Onnur skulu koppsetast fyrst
Sambært kunngerðini, ið koppsetingarbólkurin hevur mælt til, og sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst, so er enn bert heimild til at koppseta starvsfólk í heilsugeiranum, eldrageiranum og ávísum pørtum av almannageiranum, sum hava tætt samband við sjúklingar ella búfólk, og sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað við COVID-19.
- Búfólk á ellisheimum og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.
- Sjúklingar, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við COVID-19.
- Avvarðandi at hesum sjúklingum.
- Persónar, sum hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
- og at enda persónar, ið eru fyltir 85 ár.
Sambært koppsetingarkalendaranum hjá koppsetingarbólkinum og landsstýrinum, er ætlanin at koppseta persónar, ið hava samfelagskritisk størv, í endanum av apríl. Kunngerð, ið heimilar hesum, er tó ikki lýst enn.