Kunnu fylgja aðalfundinum á netinum

Kunnu fylgja aðalfundinum á netinum
Koronutilmælini gera, at í mesta lagi 100 fólk kunnu vera á aðalfundi hjá Pedagogfelagnum hesaferð
Longu undan aðalfundinum leygardagin er greitt, at Jógvan Philbrow heldur fram sum formaður í Pedagogfelagnum
 
04.03.2021 - 12:20

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag, sum verður leygardagin, verður øðrvísi í ár, enn hann plagar. 

Vanliga møta nógvir limir á aðalfundinum, men tilmælini um koronu gera, at bert 100 fólk kunnu savnast. Onkuntíð hava 500 fólk verið á aðalfundi, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum, og hann verður stroymdur, so limirnir hava høvi at fylgja við.

Álitisfólk vera á fundinum, og so kunnu vanligu limirnir seta spurningar á netinum.

Jógvan heldur fram

Undan fundinum er greitt, at Jógvan Philbrow heldur fram sum formaður í felagnum í trý ár aftrat. Hann hevur verið formaður seinastu seks árini.

Tveir av nevndarlimunum standa fyri vali. Teir taka báðir við afturvali, og umframt teir, hava trý onnur boðið seg fram sum nevndarlimir.

Valið av nevndarlimunum verður á netinum, og endar í morgin. Hvørji fara at manna nevndina, verður almannakunngjørt á aðalfundinum leygardagin, sigur Jógvan Philbrow.

Eingin sáttmáli

Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Abeiðsgevarafelagið gekk út 1. oktober í fjør.

Enn er nýggjur sáttmáli ikki gjørdur. Tað verður nakað, sum nevndin fer at leggja dent á eftir aðalfundin, sigur formaðurin.

Tað er ikki bara lønin sumtosað verður um, tí nógv onnur viðurskifti verða eisini umrødd, m.a. trivnaðurin.

Ein kanning sum Pedagogfelagið gjørdi í september í fjør, vísti, at ein triðingur av limunum er minni enn tvey ár í sama starvi. Og tað er ein trupulleiki, bæði fyri trivnaðin og fyri at skipa arbeiðið, sigur formaðurin.

Tí ætlar felagið eisini um at betra trivnaðin, sigur Jógvan Philbrow.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928