Andrea á frímerki altjóða kvinnudagin

Andrea á frímerki altjóða kvinnudagin
Andrea Árting var við í samráðingunum, sum endaðu við, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði
Sjálvan kvinnudagin verður Andrea Árting heiðrað á nýggjum frímerki, sum Posta gevur út
 
05.03.2021 - 13:40

Altjóða kvinnudagin, 8. mars, gevur Posta út frímerki Andreu Árting til heiðurs.

Andrea Árting var frá 1937-1977 - í samfull 40 ár - forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Hon var slóðbrótari á so mongum økjum, og skipaði m.a. fyri fyrsta kvinnuróðrinum á ólavsøku í 1918.

Sum eitt av sínum seinastu avrikum, var hon við til arbeiðsmarknaðarsamráðingarnar í 1977.

Undir hesum beinhørðu samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði.

Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981, skrivar Posta í tíðindaskrivi. 

Anker Eli Petersen hevur sniðgivið frímerkið.

Í sambandi við frímerkjaútgávuna, hevur Posta móttøku í Havnar Arbeiðskvinnufelag mánadagin, 8. mars
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815