41 uppskot løgd fyri tingið í dag

41 uppskot løgd fyri tingið í dag
Freistin at leggja uppskot fram er farin, men uppskot kann leggjast fram, um tað fær 17 undirskriftir frá tingfólki
Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at ætlanin er at viðgera tey 41 uppskotini næstu tvær vikurnar, og viðgerðin av fyrstu uppskotunum verður týsdagin
 
05.03.2021 - 14:55

41 uppskot vórðu løgd fyri løgtingið í dag, sum var seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni.

Tingfundurin var stuttur, tí bert framløga var á skránni.

Millum uppskotini vóru ætlaðu broytingarnar sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar at gera um Búskaparráðið og Landsbankan og Váðaráðið.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, biður um góðar 70 milliónir kr., so bygningarnir við Landssjúkrahúsið, kunnu byggjast saman. Ætlanin er, at tunnilin ímillum verandi bygningar og H-bygningin skal vera liðugur, tá H-bygningurin verður tikin í nýtslu.

Helgi Abrahamsen biður løgtingið um slakar 27 milliónir kr., so bygningurin til Sjóvinnustýrið kann byggjast á Giljanesi. Har hevur løgtingið frammanundan játtað 13,6 milliónir kr., men sambært Landsverki, verður bygningurin tvífalt so dýrur at byggja.

Viðgera uppskotini næstu vikurnar

Løgtingsformaðurin boðaði frá, at ætlanin er at viðgera tey 41 uppskotini næstu tvær vikurnar, og viðgerðin av fyrstu uppskotunum verður týsdagin.

Hóast freistin at leggja uppskot fyri tingið er farin, so kunnu uppskot leggjast fram, men tað krevur, at uppskotið fær 17 undirskriftir frá tingfólki, segði løgtingsformaðurin.

Onkur uppskot verða løgd fyri tingið aftrat, m.a. arbeiðir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við einum uppskoti um tilfeingisgjøld fyri uppsjóvarvinnuna og skipini í Barentshavinum. Hann hevur havt fund við andstøðuna í vikuni, og vónar at fáa eina breiðari semju um gjøldini, enn bara samgonguflokkarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232