Kommunala eftirlitið hevur ógildað val á Tvøroyri

06.03.2021 - 17:33
InnlendisPolitikkur
Kommunala eftirlitið hevur ógildað val á Tvøroyri
Kommunala eftirlitið hevur ógildað valið hjá Tvøroyrar Kommunu av stýrislimi til Suðuroyar Bú og Heimatænastu

Hilmar Høgenni er deildarstjóri á deildini fyri kommunu- og náttúrumál í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, og hevur harvið ábyrgdina av kommunala eftirlitinum.

Kommunala eftirlitið heitti í februar á Tvøroyrar Kommunu, um at at velja umboðanina í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu av nýggjum. Men tað er ikki gjørt enn, og tí hevur eftirlitið nú boðað frá, at valið er ógildað.

Tað er sjálv framferðin í valinum, ið sambært Kommunala eftirlitinum hevur verið skeiv.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444