Eingin ætlan um fleiri hjálparpakkar

Eingin ætlan um fleiri hjálparpakkar
Landsstýrismaðurin væntar, at fyritøkur fáa neyðuga hjálp frá peningastovnunum næstu mánaðirnar
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen um hjálparpakkar
 
08.03.2021 - 09:50

Fleiri hjálparpakkar eru ikki á veg úr landsstýrinum.

Tað endurtekur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V, Johannesen, løgtingsmann.

Hann spurdi um hjálparpakkar til íverksetarar og smáar vinnurekandi. 

Men svarið úr landsstýrinum er, at tær fyritøkur, sum væntast at fáa ein lønandi rakstur, tá samfelagið aftur verður rikið sum vanligt, fáa óivað ta neyðugu hjálpina frá peningastovnunum hesar næstu fáu mánaðirnar.

Broytist støðan aftur til tað verra, og ikki ber til lata uppaftur sum ætlað, kann sjálvandi gerast neyðugt við almennum tiltøkum, sigur Helgi Abrahamsen.

129 umsóknir

Upplýst verður í svarinum, at 129 umsóknir komu um pengar úr hjálparpakka tvey.

Seks umsóknir vórðu vrakaðar.

26 fyritøkur skuldu gjalda allan stuðulin aftur, antin tí tær ikki lótu endaliga uppgerð inn, ella tí, at niðurgongdin í umsetningi var minni enn 40 prosent.

TAKS broytti útreiðslurnar hjá 26 fyritøkum, tí mett varð ikki, at talan var um fastar útreiðslur. Tí skuldi fyritøkan rinda part av stuðlinum aftur. 

Hjá 30 fyritøkum var talan um automatiska regulering í sambandi við uppgerðina. 

Og 30 fyritøkur fingu meira enn tær søktu um.

Til hjálparpakka trý, sum var ætlaður ferðavinnuni, komu 38 umsóknir. 31 teirra vóru játtaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786