Kjos stovnar nýtt flogfelag í Noregi

Kjos stovnar nýtt flogfelag í Noregi
Navnið á felagnum, sum fyrrverandi stjórin í Norwegian hevur stovnað saman við øðrum, líkist nógv okkara Atlantsflogi
Bjørn Kjos, sum stovnaði lágprísfelagið Norwegian, hevur nú gjørt íløgu í eitt nýtt flogfelag
 
17.03.2021 - 09:52

Ein norskur íleggjari hevur stovnað eitt flogfelag í Noregi, hvørs navn líkist nógv tí á føroyska flogfelagnum.

Navnið á nýggja flogfelagnum er Norse Atlantic Airways, skrivar norska blaðið, Dagens Næringsliv.

Tað er norski íleggjarin, Bjørn Tore Larsen, ið saman við tveimum øðrum íleggjarum hevur stovnað nýggja flogfelagið.

Rætta løtan

- Hetta er rætta løtan at byrja eitt flogfelag, ið skal flúgva millum heimspartar, sigur Bjørn Kjos, íleggjari og fyrrverandi stjóri í Norwegian, við Dagens Næringsliv.

Norse Atlantic Airways fer í fyrsta umfari at flúgva millum Evropa og USA. Flogfelagið fer eftir ætlan at flúgva fyrstu túrarnar í desember í ár.

Felagið hevur longu gjørt avtalu um at leiga níggju flogfør, og ætlar sær tilsamans 12 flogfør til flúgvingina.

Partapeningurin í nýggja flogfelagnum er 150 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026