Ummælisfreistin er í dag

Ummælisfreistin er í dag
Broytingarnar í koyringini hjá Bygdaleiðum koma eftir ætlan í gildi 1. apríl
Nógvar viðmerkingar hava longu verið um ætlanin hjá Strandferðsluna at broyta koyringina hjá Bygdaleiðum millum Havnina og økini norðan fyri høvuðsstaðin
 
17.03.2021 - 14:22

Í dag er seinasta freist hjá almenninginum at gera viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar hjá Strandferðsluni á bygdaleiðunum, sum koyra millum Havnina og økini norðan fyri høvuðsstaðin.

Strandferðslan gjørdi fyrst í mars av at broyta nakrar leiðir hjá Bygdaleiðum eftir atfinningar, sum vóru frammi, tá Eysturoyartunnilin læt upp.

Strandferðslan ásannaði, at ferðslumynstrið er broytt, og at stovnurin tí má broyta leiðirnar, sum koyra millum Havnina og økini norðanfyri.

Leið 400 fer aftur at koyra millum Klaksvík og Havnina gjøgnum Sundalagið, sum tann leiðin gjørdi, áðrenn Eysturoyartunnilin læt upp.

Snarleið

Ein nýggj snarleið, leið 401, fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin á morgni og seinnapart millum Klaksvík og Havnina, og steðgað verður eftir ætlan í Leirvík, Gøtudali og Runavík.

Fleiri politikarar og onnur hava gjørt vart við, at tey eru sera ónøgd við, at tað eru so fáir túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin um dagin.

Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, úr Havn inn á Strendur og til Runavíkar, og aftur til Havnar sjey ferðir gerandisdagar. Tann leiðin fer eisini at koyra um vikuskiftið.

Broytingarnar á leiðunum koma eftir ætlan í gildi 1. apríl, sigur Strandferðslan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Týsdag 5. november
Brot úr Føroya søgu
183132
Týsdag 5. november
Góðan morgun Føroyar
183127
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920