Størri skip krevur størri kaipláss

Størri skip krevur størri kaipláss
Bakkabrúgvin á Glyvrum verður byygd út, so pláss verður fyri nýggja skipinum hjá Bakkafrosti
Arbeiðið at leingja Bakkabrúnna skal verða liðugt tíðliga í heyst
 
19.03.2021 - 08:41

Byggifelagið J&K Petersen skal útbyggja Bakkabrúnna á Glyvrum fyri 14 mió. kr.

Fýra tilboð komu upp á arbeiðið. Øll vóru eitt vet undir kostnaðarmetingini. J&K Petersen høvdu lægsta tilboðið.

Runavíkar kommuna stendur fyri arbeiðinum. 

Neyðugt er at útbyggja Bakkabrúnna við virkið hjá Bakkafrosti á Glyvrum, so pláss verður fyri nýggja skipinum, sum Bakkafrost byggir í Turkalandi.

Skipið kemur á vári 2022.

Ætlandi verður arbeiðið at leingja Bakkabrúnna norður á múlan, norðanfyri virkið, liðugt tíðliga í heyst. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786