Atlantsflog rindar dagføringar og útbúgvingar

Atlantsflog rindar dagføringar og útbúgvingar
Korona rakar framvegis flúgvingina, og í løtuni er óvist, nær felagið fær tørv á fleiri starvsfólkum
Enn er óvist, nær brúk verður fyri fleiri starvsfólkum í Atlantsflogi
 
19.03.2021 - 14:24

Tá Atlantsflog setir fólk aftur í starv, tryggjar felagið, at starvsfólkini fáa allar neyðugar dagføringar, útbúgvingar, skeið, loyvi og simulatorvenjingar.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Atlantsflog hevur upplýst, at dagføringarnar kosta, leysliga mett, 70.000 kr. fyri flogskiparar og 15.000 kr. fyri mekanikarar.

Korona hevði við sær, at í fyrsta umfari sendi Atlantslog flestu starvsfólkini í serskipanina hjá ALS fyri einum ári síðani. Í mai í fjør varð neyðugt at siga 100 starvsfólkum upp.

Løn ikki mótroknað

Uppsøgdu starvsfólkini vóru fríttstillað í uppsagnartíðini, og avgjørt varð ikki at mótrokna løn frá øðrum arbeiðsgevara í uppsagnartíðini.

Korona rakar framvegis flúgvingina hjá Atlantsflogi, og óvist er, nær felagið fær tørv á fleiri starvsfólkum.

Men tá starvsfólk verða sett aftur í starv, tryggjar felagið og rindar fyri allar neyðugar dagføringar og útbúgvingar, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Sirið Stenberg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329