Nýggjur bólkur íkomin vegna koronuavboð

19.03.2021 - 18:59
List›Tónleikur
Nýggjur bólkur íkomin vegna koronuavboð
Nú er tríbólkurin til reiðar við fyrstu útgávuni
Ernst Remmel, Aksel Remmel og Kristina Thede Johansen. Saman kalla tey seg EKA
Mynd: EKA  

Tað var í fjør, at Kristina Thede Johansen skuldi spæla konsert í Salt á Drelnesi við norðurlendska bólkinum Nordic Saxophone Collective. Men tann konsertin var av ongum av koronu, og góð ráð vóru dýr.

Kristina gjørdi ikki mætari enn, at hon setti seg í samband við brøðurnar Ernst og Aksel Remmel, og saman við teimum fekk hon sett saman eina konsertskrá, sum innihelt tónleik eftir Debussy, Chopin og Charlier umframt føroysk verk eftir Kristian Blak, Kára Bæk og Páll Sólstein.

Konsertin í SALT varð tikin upp, og limirnir í bólkinum hildu, at framførslan var so mikið væl eydnað, at hon skuldi gevast út. Tey trý, sum manna bólkin EKA, lesa á hvør sínum konservatorii í Norðurlondum.

Ernst Remmel spælir trompet, Aksel Remmel klaver og Kristina Thede Johansen saksofon. Tað óvanliga er, at tey øll syngja á útgávuni. Hoyr prát við Aksel Remmel um verkætlanina. Hoyr eisini eitt lag av nýggju útgávuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213