20 lógir og 22 kunngerðir um koronutiltøk

20 lógir og 22 kunngerðir um koronutiltøk
Nakrar lógir virkaðu aftureftir, tað er frá 12.mars, tá landsstýrið staðfesti, at korona er í Føroyum
Frá einum tíðindafundi um koronu. Frá 18.mars til 2.juli í fjør komu 20 lógir og 22 kunngerðir um koronutiltøk
 
22.03.2021 - 09:38

Frá 18.mars til 2.juli í fjør komu 20 lógir og 22 kunngerðir um koronutiltøk.

Nakrar lógir virkaðu aftureftir, tað er frá 12.mars, tá landsstýrið staðfesti, at korona er í Føroyum.

Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at afturvirkandi virknaður í lógum gongur móti grundleggjandi meginreglum í einum rættarsamfelagi. Hann eigur tí bara at verða brúktur í undantaksførum.

Í hesum førinum er afturvirkandi virknaðurin tó í lagi, sigur Lógartænastan. Allar broytingar eru ein fyrimunur hjá fólki. 

Ásetingar um at áleggja ella at hækka revsing kunnu ikki hava afturvirkandi virknað. 

Men mælt verður frá at brúka sólsetursásetingar, tað er at siga, nær lógin fer úr gildi. 

Løgfrøðiligt tómrúm

Eitt løgfrøðiligt tómrúm kann koma, um einki nýtt verður sett í staðin fyri lógina, sum fer úr gildi. 

Slík tómrúm kunnu hava við sær størri trupulleikar, enn at ein lóg, sum ikki er tíðarhóskandi, framhaldandi er galdandi, sigur Lógartænastan. 

Hóast mælt verður frá at nýta sólsetursásetingar í løgtingslógum, er tó einki løgfrøðiliga til hindurs fyri at nýta slíkar ásetingar. 

Serliga í kreppustøðum kann enntá vera serliga skilagott at nýta sólsetursásetingar, sigur Lógartænastan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595