Kunnu bíleggja koppseting

bannari
Kunnu bíleggja koppseting
Skipanin verður latin upp seinni í vikuni
Næsta sending av koppingarevni kemur hósdagin, og hon verður givin teimum, sum eru 65 ella eldri, og fáa røkt ella hjálp
 
22.03.2021 - 12:44

Nú verður ein bíleggingaskipan til korona koppseting tikin í nýtslu. Bíleggingarnar fara fram á corona.fo, og skipanin verður latin upp seinni í vikuni.

Næsta sending av koppingarevni kemur hósdagin, og hon verður givin teimum, sum eru 65 ella eldri, og fáa røkt ella hjálp.

Síðani verður farið at koppseta eftir aldri, og byrjað verður við teimum, sum eru 85 ár og eldri. Tá tann bólkurin er liðugt koppsettur, verða tey millum 80 og 85 ár koppsett.

Kunngerðin víðkað

Koppsetingarkunngerðin varð herfyri víðkað við nýggjum bólkum av fólki, ið standa næst at sleppa framat at verða koppsett fyri koronu. 

Samstundis er koppsetingarkalendarin dagførdur, so til ber hjá fólki at fylgja við, nær tey kunnu vænta at eiga tørn.

Nýggju bólkarnir í kunngerðini fevna um fólk, sum eru komin upp í árini, men annars eru væl fyri, og sum ikki hava tørv á serstakari hjálp at verða koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025