Breddin: Norðurlandaráð, veðurlag og val í Ísrael

Breddin: Norðurlandaráð, veðurlag og val í Ísrael
Trý evni eru í sendingini í dag
Norðurlendska ráðharraráðið fyllir 50 ár í dag
 
23.03.2021 - 12:48

Er Norðurlandaráðið bert ein kaffiklubbi við ongari ávirkan, ella er tað eitt meiningsfult samstarv tvørtur um landamark?

Vit nýta Norðurlandadagin í dag sum høvi at hyggja nærri at norðurlendska samstarvinum, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum. 

Grønt orkuskifti

Skulu Føroyar røkka grønu málunum, sum nýggja uppskotið um veðurlagslóg leggur upp til, má ferð setast á grøna orkuskiftið.

Og tað krevur,  at politikarar, vinnan og einstaklingar velja grønar loysnir í framtíðini.

Men er ein hugburðsbroyting nóg mikið til at røkka grønu málinum í 2030, ella mugu sterkari amboð, sum t.d. avgjøld og forboð, til?

Fjórða valið í tvey ár

Fyri fjórðu ferð síðstu tvey árini er val til ísraelska tingið, Knesset.

120 umboð skulu veljast, og enn einaferð er Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvuðspersónur í valstríðnum.

Og hann fyllir so mikið nógv, at valið í stóran mun snýr seg um, hvør styðjar Netanyahu, og hvør vil fella hann.

Vit tosa við John Rajani, sum er føroyskur sendimaður í Ísrael.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585