67 fráboðanir um vindskaðar

67 fráboðanir um vindskaðar
Tær flestu vóru úr Streymoynni, 27 úr Havn og fýra úr Hoyvík
Eisini sløkkiliðið í Havn hevði úr at gera í kvøldið. Boðað varð frá 28 vindskaðum í Havn fýra í Hoyvík
Mynd: Tórshavnar sløkkilið  
 
24.03.2021 - 08:36

Nógvur vindur var í gjárkvøldið, og nógvar fráboðanir komu um vindskaðar. Politiið fekk 34 fráboðanir úr Streymoynni, av teimum vóru 28 vóru úr Havn og fýra úr Hoyvík.

Átta vóru úr Norðoyggjum, sjey úr Klaksvík og ein av Viðareiði. Níggju fráboðanir komu úr Suðuroynni.

Sjey fráboðanir vóru úr Vágum, seks úr Eysturoynni, tvær úr Nólsoy, og ein fráboðan kom úr Skopun, tilsamans 67 fráboðanir.

Klokkan 21:05 í gjárkvøldið vóru 75,6 m/s í hvirlunum á Norðradalsskarði.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659