ÍSF byggja oman á Fimi

ÍSF byggja oman á Fimi
Málið kemur fyri í Tórshavnar býráð í kvøld
ÍSF hevur biðið um at sleppa at vera oman á Fimi. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
 
25.03.2021 - 11:10

Ætlanin er, at ÍSF skal byggja oman á Fimi í Gundadali.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu mælir til hesa loysnina, og tað ger meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndin eisini.

Minnilutin í nevndini, Jákup Dam og Ruth Vang, taka ikki undir við tilmælinum á verandi grundarlagi.

Tey vísa til, at aðrir møguleikar fyri staðseting í Gundadali eiga at verða kannaðir.

ÍSF hevur biðið um at sleppa at vera oman á Fimi.

Aðrar staðsetingar, sum eru nevndar, eru við Tórsbreyt og oman á parkeringarøkinum út móti R.C. Effersøes gøtu. 

Býráðið skal taka støðu til málið í kvøld. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096