Føroya móti krabba: Mistu mammu og konu av krabba

bannari
Føroya móti krabba: Mistu mammu og konu av krabba
Bogi Næs og døturnar eru nøkur teirra, ið hava kent sviðan av krabbameini
25.03.2021 - 11:29

Nógvir føroyingar kenna sviðan av krabbameini, tí nærum hvønn dag fær ein føroyingur boð um, at hann ella hon hevur krabbamein. 

27. mars verður landsinnsavningin "Føroyar móti krabba" send í sjónvarpinum. Tað eru Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya, sum skipa fyri landsinnsavningini, sum byrjar klokkan 19:00.

Bogi Næs og tær fimm døturnar, Lea, Sandra, Sarita, Lóa og Vón, eru nøkur teirra, ið vera við í sendingini leygarkvøldið klokkan 19:00.

Bogi og døturnar mistu konu og mammu sína av krabbameini í 2016. Tá mamman andaðist vóru døturnar millum 5 og 14 ára gamlar. Í sendingini greiða tey nærri frá, hvussu tilveran broyttist, tá mamman fór, og hvussu ein kann læra at liva víðari, tá ein missur.

Sendingin Føroyar móti krabba verður send í sjónvarpinum leygarkvøldið 27. mars klokkan 19:00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928