Hildibjartur Hansen gevur út nýtt lag

27.03.2021 - 10:16
Lívsstílur
Hildibjartur Hansen gevur út nýtt lag
Hóast gittarleikarin hevur verið aktivur á føroyska tónleikapallinum í eitt mannaminni, er hetta hansara fyrsta útgáva
Hildibjartur Hansen og sonurin, Sámal Hansen
Mynd: Hildibjartur Hansen  

Várið gevur megi eitur nýtt lag, sum Hildibjartur Hansen gevur út. Hildibjartur hevur verið tónleikari síðani 70'ini, kortini er hetta hansara fyrsta útgáva yvirhøvur. Mourits Mohr Joensen hevur skrivað tekstin, og sonur Hildibjart, Sámal Hansen, leggur rødd til. Lagið hevur Hildibjartur gjørt í 2002. Tað varð fyrstu ferð framført instrumentalt á einari guitarkonsert í Norðurlandahúsinum í august 2002. Barna- og ungdómsvinurin Mourits Mohr Joensen hevur skrivað yrkingina í juni 2009. Fyri at fáa lag og yrking til at ganga upp í eina hægri eind, varð yrkingin stytt og tillagað tilsvarandi. Lagið er innspælt í studio hjá Brandur Jakobsen á Hvítanesi, har Hildibjartur og Brandu báðir hava lagt lagið til rættis.
Tónleikarar eru:
Sámal Hildibjartsson Hansen, sang og kór
Margretha Højgaard Poulsen, kór
Hildibjartur Hansen, akk. og el guitar
Brandur Jakobsen, trummur
Eyðun Johannesen, bass
Magnus Johannesen og Hans Poulsen, tangentar
Framleitt: Hans Pouslen, Introvert Studio í Runavik
Hoyr prát við Hildibjart. Hoyr eisini nýggja lagið her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028