Farspor, kennifílur ella 'cookies'

31.03.2021 - 09:55
Lívsstílur
Farspor, kennifílur ella 'cookies'
Hvat orð er frægast at brúka fyri enska, 'cookies'? Kennifílur heldur Elin Henriksen

Bræv frá lurtara:
Nú nýggja dátuverndarlógin er komin í gildi, síggi eg at fleiri heimasíður brúka orðið "farspor" fyri cookies. Eisini havi eg sæð at onkur brúkar "kennifílur". Í "Góðan morgun Føroyar" mánamorgunin brúkti stjórin í Dátueftirlitinum "cookies".

Í EN-FØ orðabókini á Sprotanum eru báðir møguleikar, men í DA-FØ stendur bara farspor. Mær dámar sjálv betur orðið kennifílur, og meti eisini at tað lýsir betur merkingina. Hvør er tykkara hugsan um orðini? Tý-fø hevur eisini báðar møguleikar, og Málráðið nýtir orðið kennifílur.

- Eg vil nógv heldur hava orðið ein kennifíla, fleiri kennifílur, sigur Elin Henriksen og vísir á, at orðið, farspor, kann hava aðra merking ella aðrar merkingar.

Bræv frá lurtara:
Síggi, at summi brúka farspor og onnur kennifílur fyri enska orðið, cookies. Sprotin FØ - EN týðir bæði til cookie. Vildi kanska hildið, at farspor svaraði meira til enska trail, t.e. so data trail, og kennifílur meira til cookies, um cookie verður allýst sum ein fíla við ávísum dátum, ið liggur á eini teldu ella aðrari tóleind.

Um hetta er tað reina vrevl, koyrir tú bara hetta burtur. Annars stendur í Sprotanum, at vrevl eisini kann vera slag av søtari keks, harav stendst, at teksturin niðanfyri kundi verið soljóðandi:

Neyðug vrevl hjálpa okkum at gera grundleggjandi møguleikar á heimasíðuni virknar. Fyri at heimasíðan skal kunna nýtast á ein nøktandi hátt, er neyðugt at nýta hesi vrevl. Tey verða tí nýtt uttan samtykki.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890