Grønland stongt líka til fyrst í mai

Grønland stongt líka til fyrst í mai
Ætlanin var, at fólk kundu koma aftur til flogvøllin Kangerlussuaq í Grønlandi 18. apríl, men nú eru tey tiltøkini longd til 2. mai
Tíðindafundur í Grønlandi um koronu.
 
02.04.2021 - 12:11


Ætlanin var, at fólk kundu koma aftur til flogvøllin Kangerlussuaq í Grønlandi 18. apríl, men nú eru tey tiltøkini longd til 2. mai.

Stongt bleiv millum jól og nýggjárs. 

Tað merkir, at koronaráðið skal góðkenna øll, sum koma til Grønlands, til 2. mai í staðin fyri 18. apríl.

Flokkarnir í Grønlandi hava góðkent, at tiltøkini verða longd í tvær vikur. 

Orsøkin er óvissan um vaksinur. 

Onnur tiltøk linkað

Men í Grønlandi annars verða tiltøkini linkað.

Nú kunnu ikki fleiri enn 250 fólk koma saman uttandura.

Frá 19. apríl er eingin avmarking í so máta. 

Innandura mugu í mesta lagi 100 fólk koma saman.

Hetta verður eisini broytt 19. apríl.

Men tá mugu hølini hava helvtina av tí fólkatali, tey eru góðkend at hava.

Er eitt høli góðkent til 200 fólk, kunnu 100 vera inni í senn.

Sleppa at innanlands

Eisini verður loyvt at fara um kommunumark fyri at vera við í tiltøkum. Sum nú er, ber bara til at fara til ávísar býir í slíkum ørindum.

Í Grønlandi hava 7,5 prosent av fólkatalinum fingið bæði prikini fyri koronu. Øll hava fingið vaksinuna frá Pfizer/Biontech. 

Í Grønlandi hava 31 fólk fingið koronu, og 31 eru vorðin frísk.

Slakar 21.000 kanningar eru gjørdar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345