Bakkafrost vil ala 100.000 tons av laksi í Føroyum

10.04.2021 - 17:22
InnlendisVinna
Bakkafrost vil ala 100.000 tons av laksi í Føroyum
-Málið er at kunna ala 100.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost eftir aðalfundin í gjár.

Um fimm ár skal fyritøkan klára at ala 100.000 tons av laksi í Føroyum, í kruvdari vekt. Tað er ambitiøsi málsetningurin hjá Bakkafrost, sum hevði aðalfund í gjár.

Í fjør var tøkan hjá Bakkafrost 50.000 tons í kruvdari vekt. Harafturat kemur virksemið í Skotlandi, har dóttirfelagið hjá Bakkafrosti aldi umleið 35.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Bakkafrost hevði góðar 460 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Til samanberingar var yvirskotið góðar 800 milliónir í 2019. Í stóran mun er tað heimsfarsóttin korona, sum er orsøkin til munin millum 2020 og 2019.

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið 2018-2022 er 1,8 milliard krónur. Íløguætlanin verður dagførd komandi mánaðirnar.

-Vit rokna við at gera íløgur fyri eina milliard um árið, næstu fimm árini, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður.

Av hesi árligu íløgumilliardini skulu umleið 600 milliónir brúkast í Føroyum og írestandi 400 milliónirnar í Skotlandi, har pengarnir fyrst og fremst fara til nýggjar og størri smoltstøðir.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Rúna M. Hansen.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444