Prestvígsla í Dómkirkjuni í dag

Prestvígsla í Dómkirkjuni í dag
Steintóra Gleðisheygg Joensen verður prestvígd klokkan 16
Mynd: Savnsmynd  
 
11.04.2021 - 14:28

Í dag verður Steintóra Gleðisheygg Joensen prestvígd í Dómkirkjuni. Tað verður Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum prestvígur Steintóru Gleðisheygg Joensen.

Næsta sunnudag innsetur dómpróstur, Uni Næs, hana í kallið sum prest í Vestara prestagjaldi í Havn, har hon skal avloysa Hera Joensen, sum fer í farloyvi.

Prestvígslan í Dómkirkjuni verður send beinleiðis í sjónvarpinum í dag klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775