H71 og Neistin skulu prógva sítt virði

H71 og Neistin skulu prógva sítt virði
Menninir hjá H71 og kvinnurnar hjá Neistanum skulu prógva sítt virði, tá tey hitta ávíkavist VÍF og StÍF í aðru FM-finalunum í hondbólti í dag
Gulur rómur í Vestmanna eftir fyrstu FM-finaluna sunnudagin
 
14.04.2021 - 11:38

Aðru FM-finalurnar í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar í dag.

Í Hoyvík tekur steypavinnarin, H71, ímóti VÍF, og hoyvíkingar hava nógv at prógva. Í fyrstu finaluni í Vestmanna sunnudagin vunnu vestmenningar greiðan sigur, 26-21, og tí er ávíst trýst á H71. 

Hjá kvinnum skal Neistin inn á Skála at spæla ímóti StÍF. Strandingar vunnu eina sera spennandi finalu við einum málið seinast, og lagt er upp til ein branddyst.

Japanski stórspælarin hjá StÍF, Haruka Gima, fór út við einum skaða sunnudagin, og sum skilst er ivasamt, um hon spælir í kvøld.

Dysturin á Skála byrjar klokkan 18.00, og í Hoyvík byrjar dysturin klokkan 20.00. Kringvarpið vísir H71-VÍF beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 19.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166