- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratar vilja hava fleiri hægstarættardómarar
Demokratar í Kongressini í USA fara at leggja fram uppskot um at seta fleiri hægstarættardómarar.
Tað skrivar The Wall Street Journal, sambært Ritzau.
Blaðið skrivar, at Demokratarnir fara at skjóta upp at seta fýra dómarar aftrat í Hægstarætti, so talið fer úr níggju upp í 13 dómarar.
Seks konservativir dómarar
Seks av teimum níggju dómarunum, sum virka í løtuni, eru tilnevndir av republikanskum forsetum, og teir verða sagdir at vera konservativir. Hinir tríggir eru meira liberalir ella á miðjuni.
Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, tilnevndi tríggjar dómarar í Hægstarætti, tá hann sat í Hvítu húsunum.
Seinast innsetti Trump konservativu Amy Coney Barrett, sum avloysti liberalu Ruth Bader Ginsburg, sum doyði í september.
Neyvan samtykt
Tað er tó lítið sannlíkt, at uppskotið verður til lóg.
Demokratarnir hava tepran meiriluta í Senatinum, men fleiri floksumboð hava fyrr sagt, at tey ikki taka undir við at hækka talið á dómarum í Hægstarætti.
Hægstarættardómarar í USA hava ein stóran politisklan leiklut á økjum, sum eitt nú fosturtøku, rættindi hjá LGBT-fólki, deyðarevsing og valdið hjá forsetanum.
Tað var til dømis Hægstirættur, sum í 2015 tók avgerð um, at tað skuldi vera loyvt samkyndum allastaðni í USA at ganga í hjúnalag.