Brimil hjálpti tveimum uppsjóvarskipum

Brimil hjálpti tveimum uppsjóvarskipum
Arctic Voyager hevði fingið um skrúvuna, og ein maður á Nærabergi hevði skorið seg í hondina
Brimil hjálpti bæði Arctic Voyager og Nærabergi um vikuskiftið
 
19.04.2021 - 09:16

Brimil hjálpti tveimum uppsjóvarskipum um vikuskiftið.

Seinnapartin fríggjadagin boðaði Arctic Voyager frá, at hann hevði fingið bellin um skrúvuna.

Arctic Voyager var suðuri móti enska markinum.

Tá Brimil var á veg til Arctic Voyager, ringdi Næraberg og boðaði frá, at har hevði ein maður skorið seg í hondina.

Avtalað bleiv, at Næraberg skuldi hála og sigla á sama stað, sum Arctic Voyager lá.

Arbeiðsbátur eftir manninum

Klokkan hálvgum eitt leygarnáttina fór arbeiðsbáturin hjá Brimli eftir manninum á Nærabergi. 

Síðani varð sett fast á Arctic Voyager, og Brimil byrjaði at sleipa hann móti landi.

Klokkan hálvgum sjey leygarkvøldið komu skipini í Nólsoyarfjørð.

Arbeiðsbáturin hjá Brimli fór inn við skadda manninum, sum bleiv lagdur undir skurð seinni sama kvøldið.

Klokkan átta var Arctic Voyager komin at bryggju í Havn, og kavarar fóru niður at skera av skrúvuni.

Arctic Voyager hevði 700 tons av svartkjafti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585