Joe & The Shitboys vann Sement 2021

02.05.2021 - 10:59
ListTónleikur
Joe & The Shitboys vann Sement 2021
Nummar tvey gjørdist bólkurin Tina, meðan High Noon vann 3. plássið

Tað gjørdist bólkurin Joe & The Shitboys, sum vann tónleikakappingina Sement 2021, sum endaði í gjárkvøldið.

Bólkurin spælir harðan punk/rokk-tónleik, og flestur sangirnir eru lítið meira enn ein minutt til longdar, onkur bara ein hálvan.

Nummar tvey gjørdist bólkurin Tina, meðan High Noon vann 3. plássið. 

Hinir bólkarnir í finaluni vóru Brimhvítt, Dóttir og Marius DC.

Tónleikakappingin byrjaði 17. apríl, og var skipað við fleiri undanumførum, har bólkar og einstaklingar spældu seg víðari í kappingini.

Undanumførini og finalan í gjárkvøldið hava øll verið á Reinsarínum í Havn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444