Pfizer væntar 161 milliardir í inntøku í ár

bannari
Pfizer væntar 161 milliardir í inntøku í ár
Heilivágsfyritøkan hevur kunngjørt roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing
Stóra framgongdin frá millum annað COVID-19 koppingarevninum gevur Pfizer ein umsetning upp á 90 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðingi
 
05.05.2021 - 11:13

Pfizer væntar, at inntøkurnar frá at selja koronukoppingarevni verða 161 milliardir krónur í ár. Tað sæst í roknskapinum hjá fyritøkuni fyri fyrsta ársfjórðingin, sum varð kunngjørdur í gjár, skrivar Ritzau.

Tað er nógv meira enn tær umleið 93 milliardirnar, sum upprunaliga varð mett. Nýggja metingin hjá Pfizer er bygd á avtalur, sum eru gjørdar við lond í øllum heiminum.

Samanborið við sama tíðarskeið í fjør, er talan um eina trífalding í søluni hjá Pfizer. Stóra framgongdin frá millum annað COVID-19 koppingarevninum gevur Pfizer ein umsetning uppá 90 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541