Kæra starvslýsingar til Fasta Gerðarrætt

Kæra starvslýsingar til Fasta Gerðarrætt
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum heldur ikki, at lønirnar í starvslýsingini samsvara við sáttmálan
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
 
05.05.2021 - 17:30

Lýsingin hjá Heilsutrygd eftir nýggjum fakligum stjóra og varaleiðara til Gigni er brot á sáttmálan millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið fer tí at kæra starvslýsingarnar til Fasta Gerðarætt.

Hetta er onnur ferðin í tvær vikur, at Fasti Gerðarættur skal viðgera eina trætu millum partarnar um leiðslustørv á Gigni. 

Fíggjarmálaráðið fekk viðhald

Tí fyri júst tveimum vikum síðan, 21. apríl, kærdi Fíggarmálaráðið felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fyri óheimilað stríðsstig, tí felagið hevði noktað sínum limum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni. 

Fasti Gerðarættur gav Fíggjarmálaráðnum viðhald, men tá freistin at søkja starvið var úti, hevði eingin søkt fakliga stjórastarvið. 

Tí søkir Heilsutrygd av nýggjum eftir fakligum stjóra og nú eisini varaleiðara. Ein avgerð, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer at kæra fyri brot á sáttmálan. 

Nevnir møguleika

Fakfelagið vísir millum annað á, at Fasti Gerðarættur nevnir hendan møguleikan í úrskurðinum, sum kom 23. apríl. 

- Ein ósemja um flokking av hesum størvum, tað veri seg, um tey eru flokkað ella ikki, er tí ein rættartræta, sum partarnir kunnu leggja fyri Fasta Gerðarrætt, skrivar Fasti Gerðarætturin í úrskurðinum tá. 

Og tað er júst flokkingin av hesum størvum, sum er orsøkin til, at Fasti Gerðarættur aftur skal taka støðu til trætuna millum partarnar. 
 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037