Andstøðupolitikari roynir at skipa stjórn í Ísrael

Andstøðupolitikari roynir at skipa stjórn í Ísrael
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur givið skarvin yvir, og nú hevur Yair Lipad fingið litið upp í hendur at skipa stjórn
Yair Lipad fer nú at royna at skipa stjórn í Ìsrael
 
06.05.2021 - 10:14

57 ára gamli andstøðupolitikarin, Yair Lipad, úr miðflokkinum Yesh Atid fær nú møguleikan at skipa stjórn í Ísrael. 

Tað skrivar Ritzau.

Tað er ísraelski forsetin, Reuven Rivlin, sum hevur latið Yair Lipad samráðingarættin, tí sitandi forsætisráðharrin, 71 ára gamli Benjamin Netanyahu, ikki kom á mál við samráðingunum. 

Likud-flokkurin hjá Netanyahu fekk annars flestar atkvøður á valinum, men megnaði ikki at fáa neyðugu parlamentarisku undirtøkuna fyri at fáa meiriluta í Knesset. 

Sambært Reuven Rivlin, hevði Netanyahu bara undirtøku frá 56 av teimum 120 limunum í Knesset.

Hevur 28 dagar

Miðflokkurin Yesh Atid fekk næstflestar atkvøður á valinum 23. mars.

Eydnast tað ikki Yair Lapid at skipa stjórn, er líkt til, at neyðugt verður við nývali. Tað verður fimta valið í Ísrael í tvey ár.

Benjamin Netanyahu hevur verið forsætisráðharri í Ísrael síðani 2009. Hann var eisini forsætisráðharri í trý ár í 90'unum. 

Formaðurin í Yesh Atid hevur fingið 28 dagar til royndina at skipa stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155