Stúra fyri, at ríkir útlendingar keypa tóm hús

bannari
06.05.2021 - 13:15
Innlendis›Samfelag
Stúra fyri, at ríkir útlendingar keypa tóm hús
Um einar tvær vikur verður aftur fundur í Svínoy, har arbeitt verður víðari við framtíðar ferðavinnuni í oynni
Svínoyingar stúra fyri, at ríkir útlendingar fara at keypa tóm hús í oynni

Í Svínoy stúra tey fyri, at ferðavinnan kann yvirtaka alt lívið í oynni, og tað vilja tey sleppa undan.

Á ferðavinnufundi, sum svínoyingar í farnu viku hildu saman við Útoyggjafelagnum og umboði fyri kunningarstovuna í Klaksvík, kom fram, at tey serliga óttast fyri, at ríkir útlendingar fara at keypa tóm hús upp í bygdini.

Um einar tvær vikur verður fundur aftur í Svínoy, har arbeitt verður víðari við framtíðar ferðavinnuni í oynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Óla á Geilini, sum Grækaris Djurhuus Magnussen gjørdi.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688