Skifta nú graslíkið á Ovara vølli

Skifta nú graslíkið á Ovara vølli
Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt 25. mai
Tað er minni enn eitt ár síðani, at nýtt graslíki varð lagt á vøllin, og nú verður tað longu skift
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
10.05.2021 - 15:10

Fríggjadagin byrjaði arbeiðið at taka graslíkið á Ovara vølli í Gundadali av aftur.

Tað er minni enn eitt ár síðani, at nýtt graslíki varð lagt á vøllin, og nú skal tað longu takast av aftur.

Orsøkin er, at fótbóltsfeløgini, sum brúka vøllin, siga, at bólturin ferðast skeivt á vøllinum, og at vøllurin ikki kann brúkast.

Arbeiðið at taka graslíkið av Ovara vølli aftur, verður væntandi liðugt 25. mai, sigur kommunan.

Feløgini hava umlagt virksemið í Gundadali, meðan arbeitt verður, og nakað av virkseminum er eisini flutt til aðrar vøllir í kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650