Lyra vann FM í stórum stíli

Lyra vann FM í stórum stíli
Lyra hevur verið einaráðandi hjá kvinnuunglingum í ár, og liðið úr Ljósinum og venjarin, Eyð Strøm, sum nú takkar fyri seg, vunnu FM sannførandi
10.05.2021 - 19:09

Lyra úr Ljósinum vann føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki í stórum stíli, tá FM var í høllini á Hálsi um vikuskiftið. 

Eins og í steypakappingunum fyrr í ár, tóku bert tvey lið lut hjá kvinnuunglingunum, Lyra og Hulda Junior hjá Havnar Fimleikafelag. 

Og eins og í steypakappingunum vann Lyra sannførandi. Liðið úr Ljósinum vann við 33.25 stigum, meðan Hulda Junior fekk 30.30 stig.

Venjarin hjá Lyru, Eyð Strøm, boðaði eftir FM-sigurin frá, at hon ikkki verður venjari næsta ár.

Kappast varð annars í fimm aldursbólkum um vikuskiftið, og úrslitini vóru hesi:


Pinkur

Nr. 1 Libra hjá Ljósinum. Undankappingin, 14,7 stig. FM, 13,65 stig. Samanlagt, 28,35 stig.

Nr. 2 Urða hjá Støkk. Undankappingin, 12,8 stig. FM, 12,35 stig. Samanlagt, 25,15 stig.

Nr. 3 Nora hjá HF. Undankappingin, 12,05 stig. FM, 12,90 stig. Samanlagt, 24,95 stig.

Smágentur

Nr. 1 Mira hjá HF. Undankappingin, 16,75 stig. FM, 15,95 stig. Samanlagt, 32,70 stig.

Nr. 2 Svalan hjá Støkk. Undankappingin, 15,7 stig. FM, 14,80 stig. Samanlagt, 30,50 stig.

Nr. 3 Ara hjá Ljósinum. Undankappingin, 14,1 stig. FM, 12,80 stig. Samanlagt, 26,90 stig.

Gentur

Nr. 1 Rósan hjá Støkk. Undankappingin, 16,75 stig. FM, 16,65 stig. Samanlagt, 33,40 stig.

Nr. 2 Bjalla hjá HF. Undankappingin, 16,2 stig. FM, 15,70 stig. Samanlagt, 31,90 stig.

Nr. 3 Vela hjá Ljósinum. Undankappingin, 15,9 stig. FM, 14,85 stig. Samanlagt, 30,75 stig.

Kvinnuunglingar

Nr 1 Lyra hjá Ljósinum. Undankappingin, 17,05 stig. FM, 16,20 stig. Samanlagt, 33,25 stig.

Nr. 2 Hulda Junior hjá HF. Undankappingin, 15,7 stig. FM, 14,60 stig. Samanlagt, 30,30 stig.

Kvinnur

Nr 1 Hulda Meliora hjá HF. Undankappingin, 16,65 stig. FM, 16,40 stig. Samanlagt, 33,05 stig.

Nr. 2 Hulda hjá HF. Undankappingin, 15,65 stig. FM, 15,20 stig. Samanlagt, 30,85 stig.

Nr. 3 Vípan hjá Støkk. Undankappingin, 15,55 stig. FM, 15,00 stig. Samanlagt, 30,55 stig.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791