Hulda Meliora gjørdi tað aftur

Hulda Meliora gjørdi tað aftur
Hulda Meliora endurtók bragdið frá steypakappingunum fyrr í ár, og vann føroyameistaraheitið við kvinnum í kapping við Huldu og Vípuna úr Støkk
10.05.2021 - 19:09

Hulda Meliora vann føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki við kvinnum í kapping við Huldu og Vípuna úr Støkk.

Royndu kvinnurnar úr Havnar Fimleikafelag løgdu FM afturat teimum báðum steypakappingunum, sum tær vunnu fyrr í ár.

Hulda Melirora vann við 33.05 stigum.

Hulda - eisini úr HF - fekk annað plássið við 30.85 stigum, og Vípan, sum bert hevði vant í tveir mánaðir, endaði nummar trý við 30.55 stigum.

Kappast varð annars í fimm aldursbólkum um vikuskiftið, og úrslitini vóru hesi:


Pinkur

Nr. 1 Libra hjá Ljósinum. Undankappingin, 14,7 stig. FM, 13,65 stig. Samanlagt, 28,35 stig.

Nr. 2 Urða hjá Støkk. Undankappingin, 12,8 stig. FM, 12,35 stig. Samanlagt, 25,15 stig.

Nr. 3 Nora hjá HF. Undankappingin, 12,05 stig. FM, 12,90 stig. Samanlagt, 24,95 stig.

Smágentur

Nr. 1 Mira hjá HF. Undankappingin, 16,75 stig. FM, 15,95 stig. Samanlagt, 32,70 stig.

Nr. 2 Svalan hjá Støkk. Undankappingin, 15,7 stig. FM, 14,80 stig. Samanlagt, 30,50 stig.

Nr. 3 Ara hjá Ljósinum. Undankappingin, 14,1 stig. FM, 12,80 stig. Samanlagt, 26,90 stig.

Gentur

Nr. 1 Rósan hjá Støkk. Undankappingin, 16,75 stig. FM, 16,65 stig. Samanlagt, 33,40 stig.

Nr. 2 Bjalla hjá HF. Undankappingin, 16,2 stig. FM, 15,70 stig. Samanlagt, 31,90 stig.

Nr. 3 Vela hjá Ljósinum. Undankappingin, 15,9 stig. FM, 14,85 stig. Samanlagt, 30,75 stig.

Kvinnuunglingar

Nr 1 Lyra hjá Ljósinum. Undankappingin, 17,05 stig. FM, 16,20 stig. Samanlagt, 33,25 stig.

Nr. 2 Hulda Junior hjá HF. Undankappingin, 15,7 stig. FM, 14,60 stig. Samanlagt, 30,30 stig.

Kvinnur

Nr 1 Hulda Meliora hjá HF. Undankappingin, 16,65 stig. FM, 16,40 stig. Samanlagt, 33,05 stig.

Nr. 2 Hulda hjá HF. Undankappingin, 15,65 stig. FM, 15,20 stig. Samanlagt, 30,85 stig.

Nr. 3 Vípan hjá Støkk. Undankappingin, 15,55 stig. FM, 15,00 stig. Samanlagt, 30,55 stig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758