Javni hátíðarheldur hálva øld

15.05.2021 - 12:24
InnlendisSamfelag
Javni hátíðarheldur hálva øld
-Javni er eitt virki felag, og hevur verið við til at flyta nógvar leikir fyri fólk við menningartarni, sigur Fía Petersen, nú Javni fyllir 50 ár

Leikluturin hjá Javna hevur verið og er framvegis at trýsa á fyri at fáa viðurskiftini hjá fólki við menningartarni broytt. Tað sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna, sum í dag hátíðarheldur sín 50 ára stovningardag.

-Eitt stórt frambrot er, at fólk við menningartarni nú eisini kunnu fara á miðnám, sigur Fía Petersen.

Hóast Javni hevur 50 ár á baki, so er nógv eftir at arbeiða við.

-Ein stór avbjóðing er tørvurin á bústøðum, eisini fyri fólk við menningartarni. Ein onnur avbjóðing er vaksandi tørvurin á starvsfólki at hjálpa teimum, ið ikki klára seg sjálvi, sigur Fía Petersen. 

Samanumtikið heldur forkvinnan í Javna, at felagið farnu hálvu øldina hevur verið eitt virki felag, ið hevur verið við til at flyta nógvar leikir fyri fólk við menningartarni.

Rundi dagurin verður hátíðarhildin við stórum tiltaki á Vaglinum í Havn

Tiltakið byrjar klokkan 14 við skrúðgongu frá Javna skrivstovuni oman á Vaglið. Ballónir og klapparar verða deildir út frá skrivstovuni, hornorkestur og íspeglar eru við í gonguni. Klokkan 15 eru røður frá Javna, "Spyr Meg" og løgmanni. Og aftaná er kaffi, kaka og livandi tónleikur á Vaglinum í Havn.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444